26-03-2020

Tiltøk frá Akstovuni at fyribyrgja smittu av Coronavirus/COVID-19

Yvirskipaðu boðini frá myndugleikunum er, at allar kundamóttøkur og aðrar borgaravendar tænastur eiga at avmarkast og tey starvsfólk, har tað ber til, kunnu arbeiða heimanífrá.

Fram til 14. Apríl er hetta galdandi á Akstovuni:

  • Øll bilsýn á øllum sýnsstøðum eru avlýst
  • Allar teoriroyndir og verkligar koyriroyndir eru avlýstar
  • Kundamóttøkan á Akstovuni er stongd

Bilar sum hava fingið innkalling til bilsýn í umrødda tíðarskeiði, skulu síggja burtur frá sýnsboðunum og koma at fáa nýggj sýnsboð seinni.

Fólk, sum hava biðið um sýn, mugu venda sær av nýggjum til Akstovuna tá støðan aftur er vanlig.

Bilasølur, sum skulu skráseta bilar, skráseta hesar í on-line skipanini á heimasíðuni hjá Akstovuni. Tá øll skjøl eru eftirkannað og øll gjøld eru goldin, fær bilasølan boð um at koma á Akstovuna við bilinum, sum ein og ein verður skrásetingarsýnaður í sýnshøllini og nummarspjøldrini verða útflýggjaði.

Søla av brúktum bilum millum viðskiftafólk verður eins og vanligt fráboðað við oyðublaðnum váttan um eigaraskifti, sum verður sent inn sum teldupostur.

Alt annað samband við kundar er avmarkað, so leingi støðan er sum hon er.

Um viðskiftafólk hava tørv at koma í samband við Akstovuna, ber til at senda teldupost á akstovan@akstovan.fo ella ringja 350400, sum svarar millum kl. 10 og 14.

Vónandi skilja viðskiftafólk íkomnu støðuna.

Øll tíðindi