19.07.2014

Styttri gildistíð fyri koyrikort skal økja ferðslutrygdina

Nýggj grein í ferðslulógini ásetir, at fyrisitingarliga gildistíðin fyri koyrikort til motorsúkklu og bil skal vera 15 ár. Fyri koyrikort til lastbil, buss og stórt viðfestisakfar verður gildistíðin 5 ár.

Nýggj grein í ferðslulógini ásetir, at fyrisitingarliga gildistíðin fyri koyrikort til motorsúkklu og bil skal vera 15 ár. Fyri koyrikort til lastbil, buss og stórt viðfestisakfar verður gildistíðin 5 ár. Hetta verður gjørt fyri at økja ferðslutrygdina, við tað at heilsuligu krøvini í sambandi við endurnýggjan av koyrikorti eru herd. Tað er ein sannroynd, at fólk í nútíðar samfelagnum líða meira av lívsstílssjúkum, so sum hjarta- og æðrasjúkum, diabetes v.m., og tí er metingin, at tað er neyðugt at fylgja neyvari við heilsustøðuni hjá teimum sum hava koyrikort til stór akfør, sum kunnu vera til stóran vanda fyri onnur um heilsustøðan hjá tí sum koyrir, brádliga versnar. Talan er um altjóða heilsukrøv.

Nýggju krøvini hava støði í nýggjari ES-fyriskipan um koyrikort (2006/126/EF), eisini nevnd ’triða koyrikort fyriskipanin’.

Tá koyrikortið verður endurnýggjað 15. og 5. hvørt ár, merkir tað eisini, at tað í minni mun ber at misnýta kortið, tá myndin skal verða skift oftari enn í dag.

Tá útlendingar flyta vanligan bústað til Føroya, er galdandi, at fólk sum hava eitt koyrikort, sum er útgivið í londum uttan fyri ES og norðurlond, skulu umbýta sítt koyrikort við eitt føroyskt, um tey framhaldandi vilja koyra koyra bil her á landi.

Nú fáa tey 90 dagar at avgreiða hesi viðurskifti, sum m.a. fevnir um eina teoriroynd og verkliga koyriroynd fyri framhaldandi at kunna koyra bil lógliga her á landi.

Øll tíðindi