01.10.2010

Sparingar á Akstovuni

Orsaka av sparingum hevur Akstovan handað fýra starvsfólkum ætlanarskriv um uppsøgn til hoyringar.


Orsaka av sparingum hevur Akstovan handað fýra starvsfólkum ætlanarskriv um uppsøgn til hoyringar.
 
 
Í sambandi við fíggjarlógaruppskotið fyri 2011, hevur Innlendismálaráðið álagt Akstovuni eitt avlopskrav í 2011 uppá 1,25 mió. kr.
 
Fyri at røkka avlopskravinum í 2011, hevur leiðslan framt enn fleiri sparingar í rakstrinum, men nú slepst ikki undan at siga starvsfólkum úr starvi, fyri at halda játtanina í 2011.
 
Atlitini, sum leiðslan á Akstovuni hevur havt fyri eygað, í sambandi við valið av starvsfólkum, sum skulu sigast úr starvi eru, at uppsøgnirnar í minst møguligan mun, skulu minka um effektivitetin, fleksibilitetin og tænastustigið á stovninum. Leiðslan hevur tí gjørt av, at siga eitt fulltíðar starvsfólk úr starvi úr hvørjari av teimum trimum útførandi deildunum, nevnliga Sýnsdeild, Koyrikortdeild og Akfaradeild, umframt eitt starvsfólk í tíðaravmarkaðum starvi í Akfaradeild.
 
Tó slepst ikki undan avleiðingum, sum viðskiftafólkini fara at merkja enn meira. Færri bilar fara at vera sýnaðir, bíðitíðirnar at sleppa til sýn við bilinum og til verkligar koyriroyndir fara at økjast munandi. Harafturat má roknast við longri avgreiðslutíðum við skráseting av bilum, eins og tænastustigið sum heild versnar.
 
Inntøkurnar hjá Akstovuni eru minkaðar munandi seinastu 3 árini og fyri at røkka avlopskravinum í 2009 uppá 900 tús. kr., framdi Akstovan á heysti í 2008 stórar sparingar í rakstrinum uppá 2,2 mió. kr., svarandi til umleið 17%.
 
Í verandi rakstrarári, halda inntøkurnar fram at falla, men hóast tað skal Akstovan vísa eitt avlop í 2010 uppá 713 tús. kr. Hetta klárar raksturin ikki og tí hevur Innlendismálaráðið biðið løgtingið um eina eykajáttan til Akstovuna uppá 600 tús. kr.
 
Leiðslan á Akstovuni harmast um avleiðingarnar av uppsøgnunum, men hevur sum er, ikki møguleikar at bøta um.
 
 
Jákup Jacobsen, stjóri

Øll tíðindi