06-02-2009

Sparing á rakstrinum í 2009 raka tænastustigið á Akstovuni

Stóra fallið í bilasøluni rakar inntøkurnar hjá Akstovuni í 2009 meint, við tað at gjøldini, sum borgarin rindar fyri eftirlits- og tænastuveitingar, fara til rakstur av stovninum. Samstundis skal Akstovan framhaldandi, sambært løgtingsfíggjarlógini fyri 2009, vísa eitt avlop á rakstrinum uppá kr. 900.000.
Tá so Innlendismálaráðið í samband við fíggjarlógarviðgerðina stutt undan jólum, mátti taka lógaruppskotið um at hækka tænastu- og eftirlitsgjøldini í ferðslulógini, aftur úr løgtinginum, so var ikki nógv annað hjá Akstovuni at gera, enn at fremja neyðugar sparingar.
 
Øll hesi viðurskifti gera, at Akstovan skal spara 2,1 mió kr. á stovnsrakstrinum í 2009, svarandi til -17%, í mun til upprunaligu játtanina fyri 2009, sum er samtykt av løgtinginum.
 
Tað er harmiligt, at stóra sparingin rakar øll eftirlits- og umsitingarøki á stovninum og runt um alt landið meint.
 
Beinleiðis avleiðingar av framdu sparingunum eru m.a.:
 
Sýn av akførum
 
  • Ætlaða leigumálið um nýtt sýnshølið í Vágum er avlýst. Øll akfør, sum eru skrásett í Vágum og sum higartil hava verið sýnað í Vágum, verða hereftir boðað til sýn í sýnshøllini á høvuðsdeildini í Tórshavn.
  • Lastbilar, stór viðfestiakfør og bussar, sum eru skrásett í Norðuroyggjum og sum higartil hava verið sýnað í leigaðum høli til endamálið í Klaksvík, verða hereftir boðað til sýn í sýnshøllini á høvuðsdeildini í Tórshavn.
  • Regluligt sýn av persónbilum í egnum hølum í Klaksvík, sum higartil hevur verið tveir dagar um vikuna, verður framyvir bert ein dag um vikuna.
  • Regluligt sýn av akførum í leigaðum høli í Sandoy, sum higartil hevur verið tveir dagar um mánaðin, verður framyvir bert ein dag um mánaðin.
 

 
Teori og verkligar koyriroyndir
 
  • Teori og verkligar koyriroyndir hava higartil verið hvørja viku í og út frá egnum hølum í Klaksvík. Framyvir verða teori og verkligar koyriroyndir í Klaksvík bert tveir samanhangandi dagar, eina ferð um mánaðin. Er tørvur á teori ella verkligum koyriroyndum í Klaksvík uttan fyri hesar dagar, má hetta avgreiðast á høvuðsdeildini í Tórshavn.
  • Teori og verkligar koyriroyndir hava higartil verið aðruhvørja viku í og út frá egnum hølum á Tvøroyri. Framyvir verða teori og verkligar koyriroyndir á Tvøroyri bert tveir samanhangandi dagar, eina ferð um mánaðin. Er tørvur á teori ella verkligum koyriroyndum í Suðuroy uttan fyri hesar dagar, má hetta avgreiðast á høvuðsdeildini í Tórshavn.
 
 
Afturat hesum, er alt menningararbeiði av skipanum og heimasíðu stovnsins lagt til síðis, eins og øll menning av starvsfólki og skeiðvirksemi er avlýst.
 
Akstovan hevur havt ábyrgdina av fyrireikandi lógararbeiðinum av ferðslulógini v.m., men hevur boðað Innlendismálaráðnum frá, at vit inntil víðari, ikki síggja okkum føran fyri hesum.
 
Tað harmar meg, at tænastustigið sum heild mótvegis borgarunum lækkar og at fyribyrgjandi ferðslutrygdararbeiðið sum frá líður, fer at líða undir sparitiltøkunum, men tað má vera øllum greitt, at ein sparing uppá 2,1 mió kr., av eini játtan uppá 12,5 mió kr., má merkjast aftur.
 
 
 
Jákup Jacobsen, stjóri
Øll tíðindi