15-05-2013

Skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni

Við gildi frá 1. august 2013, hevur landsstýrismaðurin í Innlendismálum sett í gildi reglur í § 21a og fylgiskjali 9, í koyrikortkunngerðini (K.nr. 112/2005) um fyrstuhjálp í ferðsluni.

Við gildi frá 1. august 2013, hevur landsstýrismaðurin í Innlendismálum sett í gildi reglur í § 21a og fylgiskjali 9, í koyrikortkunngerðini (K.nr. 112/2005) um fyrstuhjálp í ferðsluni.

 

 

Tey sum á fyrsta sinni ogna sær eitt koyrikort, skulu hava
framt eitt skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni. Sama ger seg galdandi fyri
persónar, sum søkja um útgávu og endurnýggjan av koyrikorti til vinnuligan
fólkaflutning til bólkarnar B og D og útgávu og endurnýggjan av koyrikorti við
koyrilæraragóðkenning.

 

Fyrstahjálparskeiðið í ferðsluni skal vera fyriskipað av
lærara, ið er góðkendur av Dansk Førstehjælpsråd og fevnir um frálæru í 7
tímar, nevniliga 3 tímar í grundleggjandi uppafturlíving og 4 tímar í
fyrstuhjálp í ferðsluni. Tá skeiðið í fyrstuhjálp í ferðsluni er framt, skrivar
lærarin eitt skeiðsprógv á góðkent oyðublað frá Dansk Førstehjælpsråd. Akstovan
skal hava upprunaoyðublaðið, sum í mesta lagi má vera eitt ára gamalt, tá
umsókn um koyrikort verður latin Akstovuni.

 

Hetta merkir, at tey sum taka koyrikort á fyrsta sinni eftir
1. august 2013, skulu hava skeiðsprógv um fyrstuhjálp í ferðsluni, fyri at
kunna sleppa til teoretiska og verkliga koyriroynd.

 

Somuleiðis skulu tey, sum søkja um útgávu og endurnýggjan av
koyrikorti til vinnuligan fólkaflutning til bólkararnar B (vanligan bil) og D
(buss) og koyrilæraragóðkenning, saman við umsókn um koyrikort, lata Akstovuni
skeiðsprógv við váttan um fyrstahjálp í ferðsluni, sum í mesta lagi má vera
eitt ára gamalt.

Øll tíðindi