31.01.2014

Richard á Hólum 25 ára starvsdag á Akstovuni

Í sambandi við at tað 23. januar vóru liðin 25 ár, síðan Richard á Hólum byrjaði sum eftirlitsmaður á Akstovuni, heiðraði stovnurin Richard við einum morgunmati og handaði honum eina vakra kurv við alskyns góðum.

Akstovan takkar Richardi fyri trúfesti og ynskir honum hjartaliga tillukku við starvsdegnum og nógv góð ár afturat á Akstovuni.

Øll tíðindi