04-09-2015

Nýggjar stakfyriskipanir fyri akfør

Á heimasíðuni hjá Trafik- og Byggestyrelsen eru fráboðaðar onkrar broytingar í kunngerð um stakfyriskipanir fyri akfør.

Millum hesar broytingar eitt krav um at nýggir persón- og vørubilar skulu lúka Euro 6 normin í sambandi við luftdálking (persónbilar frá 1. september 2015 og vørubilar frá 1.september 2016).
Donsku stakfyriskipanirnar eru eisini galdandi í Føroyum, sambært kunngerð nr. 105 frá 21.06.1995, og sostatt eru nýggju krøvini eisini galdandi hjá okkum.
Vanligu treytirnar um eitt ára skiftistíð, fyri akfør á goymslu, er tó eisini galdandi í hesum sambandi. Stakfyriskipaninar eru at finna á heimasíðuni hjá Trafikstyrelsen www.trafikstyrelsen.dk

Øll tíðindi