10.01.2007

Nýggj skipan í samband við íseting av íkoplingarútbúnaði (sleipikróki).

Nýggj skipan í samband við íseting av íkoplingarútbúnaði (sleipikróki).

 

 

Akstovan hevur gjørt eina nýggja skipan viðvíkjandi góðkenning í samband við íseting av íkoplingarútbúnaði á akførum við loyvdari heildarvekt á í mesta lagi 3.500 kg.

Nú er ikki longur neyðugt at fáa ísetingina av hesi útgerð kannaða á Akstovuni.

Útgerðin, og ísetingin av henni, kann nú góðkennast, grundað á eina váttan frá tí, ið hevur gjørt arbeiðið.

Treytin fyri góðkenningini er at tann, ið váttar ísetingina er MVG-skrásettur sum bilaverkstaður, bilasøla ella sølufyritøka fyri viðfestisakfør.

Eisini er tað ein treyt at gjald í samband við koplingsváttan, kr. 150,- er goldið til Akstovuna, og at bilurin, ið fær úrgerðina ísetta, er í mesta lagi 8 ára gamal.

 

Váttan um íseting av íkoplingarútbúnaði

Øll tíðindi