27-05-2008

Nýggj løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum

Løgtingið hevur samtykt løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum.
 
Lógin hevur til endamáls, at skerja CO2-útlátið frá bilum á føroysku vegunum, við tað at umhvørvisvinarligir bilar verða bíligari og umhvørvisdálkandi bilar verða dýrari.
 
Eykaskrásetingargjaldið uppá 25% verður strikað og verður í staðin til eitt CO2-avgjald.
 
Harafturat verður eitt umhvørvisavgjald lagt á lastbilar og bussar, fyri at forða fyri innflutningi av gomlum dálkandi akførum.
 
Burturbeiningargjaldið verður hækkað til kr. 5.000 við skráseting og tá bilur verður burturbeindur, fær eigarin kr. 4.000 og burturbeiningarstøðin kr. 1.000.
 
Harumframt verður nú møguligt at útflyta motorakfør og fáa partar av skrásetingargjaldinum endurrindað. Umskrásetingargjaldið, sum higartil hevur verið kr. 600, fellur nú burtur.
 
Viðmerkingarnar til løgtingslógina kunnu lesast á hesi leinkju: http://www.logting.fo/casenormal/view.gebs?menuChanged=16&type=4&caseNormal.id=186
 
Akstovan hevur gjørt eina nýggja mannagongd fyri skráseting av nýggjum akførum. Mannagongdin kann lesast her.
Øll tíðindi