18-07-2006

Nýggj frálæru- og dømingarskipan til bólk B (vanligur persónbilur)

Nýggj frálæru- og dømingarskipan til bólk B (vanligur persónbilur)

 

Landsstýrismaðurin í Vinnumálum fer við eini kunngerðarbroyting til koyrikortkunngerðina at áseta gildiskomuna av nýggju frálæruskipanini til bólk B (vanligan persónbil) at galda frá 1. august 2006.

Hetta merkir, at teir næmingar til bólk B, sum verða tiknir inn eftir 1. august í ár, verða frálærdir í samsvari við nýggju frálæruskipanina, samsvarandi kapitul 2 í koyrikortkunngerðini, við tilhoyrandi fylgiskjølum og at ástøðis og verklig koyriroynd verður framd í samsvari við kapitul 3 og fylgiskjal 7 í koyrikortkunngerðini.

Ástøðisroyndin verður framd sum lýst niðanfyri.

 

Eitt sindur um nýggju dømingarskipanina

Seinasta árið hevur Akstovan arbeitt við eini nýggjari dømingarskipan fyri ástøðisroyndir til bólk B (vanligur persónbilur), sum tekur støði í donsku ástøðisroyndunum til sama bólk og er í samsvari við frálæruætlanina til bólk B.

Munurin á donsku og føroysku dømingarskipanini er, at føroyska dømingarskipanin er teldutøk. Tað vil siga, at næmingurin á telduskerminum sær ein mynd við eini ferðslustøðu, samstundis sum lisið verður upp í hátalara, hvat ferðslustøðan snýr seg um. Tríggir ella fýra spurningar í hvørji mynd verða síðan lisnir upp í hátalaranum og næmingurin fær umleið 10 sekund at svara antin "ja" ella "nei" uppá hvønn spurningin við músini á telduskerminum. Tá tíðin er farin, kemur næsta mynd fram á telduskermin og svarini til undanfarnu mynd, verða skrásett í telduskipanini. Samlaða tíðin at lesa upp og svara upp á spurningarnar í 25 myndum, er umleið 30 minuttir.

Tá ástøðisroyndin er gjøgnumførd, er úrslitið av royndini tøkt beinanvegin og næmingurin fær beint eftir royndina útflýggja eitt metingarblað, har tað framgongur um royndin er staðin ella ikki staðin og hvar í frálæruætlanini møguligir feilir eru skrásettir. Er feilur skrásettur í fleiri enn 5 myndum, er royndin ikki staðin.

 

Frálæruætlanin

Sambært § 22, stk. 3, í koyrikortkunngerðini, skal frálæran vera givin í samsvari við frálæruætlanirnar um koyrifrálæru, útgivnar av Ríkispolitiovastanum, og galdandi fyri hvønn koyrikortbólkin sær, í tann mun hesar frálæruætlanir ikki eru í andsøgn við føroyskar rættarreglur. Frálæruætlanirnar eru undantiknar lýsing, og kunnu síggjast á Akstovuni ella á heimasíðuni hjá Akstovuni á hesi leinkjuni: http://www.akstovan.fo/Default.aspx?ID=164.

Sambært § 22, stk. 4, í koyrikortkunngerðini, áseta frálæruætlanirnar hvønn kunnleika, dugnaskap og atburð umsøkjarin skal hava fyri at kunna útvega sær koyrikort. Frálæran í ástøði og verki skal samskipast og skal fylgja uppsetingini í pørtum í frálæruætlanunum.

 

Koyrifrálæran

Koyrifrálæran, tvs bæði ástøðisfrálæra og verklig koyrifrálæra til bólk B, skal sambært § 25, stk. 1, nr. 2) í koyrikortkunngerðini, í minsta lagi fevna um 26 skúlatímar á 45 minuttir í frálæruhøli (ástøðilig evnir) og í minsta lagi 22 skúlatímar á 45 minuttir í verkligari koyrifrálæru (venjingarakstur) í samsvari við frálæruætlanina til bólk B. Sambært §§ 28 og 29, eru 4 av verkligu tímunum á girdum venjingarøki, sum verður lógarkrav frá 1. juli 2007!

Sambært § 25, stk. 9, skal koyrifrálæran til bólk B í minsta lagi verða givin í 21 frálærudagar og frálærudagarnir skulu vera spjaddir yvir eitt tíðarskeið, sum í minsta lagi er 5 vikur.

Sambært § 32, skal umsøkjari, sum á fyrsta sinni tekur koyrikort til bólk B, skjalprógva fyri Akstovuni, at hava fingið frálæru í koyring í myrkri. Koyrikort kann tó verða útgivið í tíðarskeiðnum 1. apríl til 30.september, við gildistíð til 31. desember sama ár, jb. § 51. Hevur handhavin ikki skjalprógva koyring í myrkri innan 2 ár, eftir at gildistíðin er lokin, skal viðkomandi til eftiransandi koyriroynd, sambært § 43, stk. 1, nr. 6, og somuleiðis skjalprógva koyring í myrkri, fyri at endurnýggja koyrikortið til 70 ára aldur.

 

Lesiætlan

Sambært § 26 í koyrikortkunngerðini, skal ein útgreinað lesiætlan gerast fyri hvønn koyrikortbólkin sær um frálærugongdina, áðrenn frálæra við koyrinæmingi byrjar. Lesiætlanin skal vera í neyvum samsvari við frálæruætlanina fyri viðkomandi bólk. Akstovan hevur forprentað eina lesiætlan til bólk B (blátt hefti).

Eitt eintak av lesiætlanini verður í seinasta lagi latið næminginum í fyrsta skúlatíma.

Sambært § 26, stk. 3, skal koyrilærarin, sum gevur frálæruna, og næmingurin beint aftaná hvønn frálærutíma við undirskrift síni á eintak koyrilærarans av lesiætlanini vátta, at frálæran fyri viðkomandi skúlatíma er í tráð við frálæruætlanina og vátta dagfestingina fyri gjøgnumførdan skúlatíma og veruliga nýtta tíð.

Sambært § 26, stk. 4, skal eintak koyrilærarans av lesiætlanini havast við til koyriroyndina, tvs. bæði ástøðis og verkliga koyriroynd.

 

 

Endamálið við lesiætlanini

1)

Lesiætlanin er kunningartilfar til koyrinæmingin um frálærugongdina, sum avtala er gjørd um. Koyrinæmingur og koyrilærari skulu nær tað skal vera kunna síggja í lesiætlanini, hvar í frálærugongdini næmingurin er staddur.

2)

Akstovan skal nýta lesiætlanina sum eitt amboð til eftirlit við, um ásetingarnar fyri koyriútbúgvingini eru fylgdar.

 

Umsóknin

Sambært § 27 í koyrikortkunngerðini, váttar koyrilærarin á umsóknini um koyrikort, at koyrifrálæran í minsta lagi hevur fevnt um skúlatímarnar í ávikavist ástøðishøli (ástøðilig frálæra) og í verkligari frálæru (venjingarakstur), fyri bólk B og at treytirnar í § 25, stk. 9, um frálærugongdina eru uppfyltar. Harafturat verður váttað, at ein lesiætlan er gjørd og nýtt í samsvari við koyrikortkunngerðina. Koyrinæmingurin veitir somu váttan við undirskrift síni á umsóknina.

Við verkligu royndina skal váttan um koyrifrálæru somuleiðis vera undirskrivað av koyrilæraranum.

Umsóknin skal havast við tá ástøðisroynd og verklig koyriroynd verður umbiðin og framd.

 

Skiftisreglur

Fyri teir næmingar, sum eru frálærdir samsvarandi "gomlu" skipanini, verður ástøðisroyndin eisini framd við støði í "gomlu" ástøðisroyndunum til bólk B. Ætlanin er ikki at nýta gomlu ástøðisroyndirnar til bólk B eftir 1. januar 2007!

Koyrikortkunngerðin við tilhoyrandi fylgiskjølum, kann síggjast á hesi leinkjuni:

http://www.logir.fo/foldb/kunfo/2005/0000112.htm

Øll tíðindi