25-05-2012

Koyring við lendisakførum (ATV-arum)

Løgtingið hevur samtykt broytingar í ferðslulógini, sum loyva skrásettum lendisakførum at koyra á ella tvørtur um veg í sambandi við yrkisligan flutning, til ella frá ella millum arbeiðsøki. Flutningurin skal tá fara fram á stytst møguligum strekki.
Løgtingið hevur samtykt broytingar í ferðslulógini, sum loyva skrásettum lendisakførum at koyra á ella tvørtur um veg í sambandi við yrkisligan flutning, til ella frá ella millum arbeiðsøki. Flutningurin skal tá fara fram á stytst møguligum strekki. Lógin kemur í gildi tann 1. juni 2012.
Lendisfarandi akfar, verður sambært ferðslulógini allýst sum eitt motordrivið akfar á 4 hjólum ella fleiri við eini eginvekt yvir 190 kg. Motororkan skal vera størri enn 15 kW (20,4 hk). Akfarið skal vera útgjørt við last ella viðførisbera.
 
Fyri at kunna koyra eitt skrásett lendisakfar, krevst koyrikort til antin bil (bólkur B) ella motorsúkklu (bólkur A) og sostatt er 18 ára aldursmark galdandi. Førari og ferðandi á lendisakfari skulu, meðan koyrt verður, nýta góðkendan og fastspentan fallhjálm við hjálmglugga og góðkenda ryggverju. Á lendisakfari mugu ikki vera fleiri fólk enn akfarið er ætlað til. Børn, yngri enn 8 ár, mugu ikki vera á lendisakfari.
 
Ferðmarkið fyri koyring við lendisakførum í fjølbygdum øki er 50 km/t, og uttan fyri fjølbygt øki er ferðmarkið 60 km/t.
Frádøming av koyrikortinum fyri ov høga ferð og klipp fyri brot á ferðslulógina, verða framd á sama hátt, sum fyri koyring við vanligum bili.
Í fjølbygdum øki merkir tað, at verður koyrt við ferð oman fyri 70 km/t, gevur tað eitt klipp í koyrikortið. Verður koyrt við ferð oman fyri 80 km/t, førir tað við sær eina treytaða frádøming av koyrirættinum og eina eftiransandi koyriroynd.
Uttan fyri fjølbygt øki merkir tað, at verður koyrt við ferð oman fyri 76 km/t, gevur tað eitt klipp í koyrikortið. Verður koyrt við ferð oman fyri 80 km/t, førir tað við sær eina treytaða frádøming av koyrirættinum og eina eftiransandi koyriroynd.
 
Reglurnar um rúsdrekkakoyring eru tær somu sum fyri koyring við vanligum bili, sum merkir at alkoholstyrkin í blóðinum ikki má fara upp um 0,20 promillu. Rúsdrekkakoyring við lendisakfari hevur somuleiðis fylgjur fyri koyrikort til øll onnur akfør, prutl tó undantikin.
 
Skráseting av lendisakførum
 
Lendisakfar, skal vera skrásett og hava fingið nummarspjøldur (rektanguler framman stødd 520 x 112 mm og puntskapað aftan stødd 250 x 203 mm), áðrenn tað kann verða tikið í nýtslu.
 
Áðrenn lendisakfar kann verða skrásett, skal tað vera sýnað og góðkent og lúka ásetingarnar í kapitul 5a um lendisakfør í útgerðarkunngerðini (K.nr. 54/2012). Kunngerðin kann lesast við at trýsta á hesa leinkjuna.
 
Tá lendisakfar kemur til skrásetingarsýn og skráseting, skulu hesi skjøl havast við:
 
  • Útfylt fráboðan til sýn og skráseting
  • Fakturaavrit fyri ítøkiliga akfarið
  • Váttan fyri goldið meirvirðisgjald (MVG)
  • Floksgóðkenningarváttan, góðkenningarváttan (COC-dokument) ella váttan av tøknidata (Data-erklæring til motorsúkklu)
  • Tryggingarskjal
 
Neyðugt er at biðja um tíð til sýn av lendisakfarinum. Skrásetingarsýn og nummarspjøldur kosta 850 kr.
Lendisakfør rinda ikki skrásetingargjald ella vektgjald (vegskatt).
 
Lendisakfør skulu til regluliga skoðan (sýn) fyrstu ferð 4 ár eftir, at tey eru skrásett fyrstu ferð og hereftir við 2 ára millumbili.
Øll tíðindi