10.01.2007

Koyrikortkunngerðin – broytt við kg. nr. 103 frá 08-12-2006

Koyrikortkunngerðin – broytt við kg. nr. 103 frá 08-12-2006 Umbýti av útlendskum koyrikortum

 

Umbýti av útlendskum koyrikortum

 

Við gildi frá 1. januar 2006, er ásett, at persónar við koyrikorti frá øðrum londum enn ES, Norra og Íslandi, sum áður kundu umbýta sítt koyrikort við eitt føroyskt koyrikort, uttan at fara til eftiransandi koyriroynd, framyvir skulu til eina eftiransandi koyriroynd (teoretiska og verkliga roynd), áðrenn umbýti kann fara fram.

Hetta merkir, at tey sum framyvir uttan drál kunnu býta sítt útlendska koyrikort um við eitt samsvarandi føroyskt koyrikort, skulu hava eitt gyldugt koyrikort, útgivið í antin Norra, Íslandi ella landi, sum er limur í Evropeiska Samveldinum, ella einum landi, ið eftir avtalu við ES hevur sett í gildi reglurnar í direktive ráðsins 91/439/EØF um koyrikort.

 

Broyting í heilsuligu krøvunum til koyrikort

Við gildi frá 1. januar 2006, er tað vorðið obligatoriskt krav, at fólk sum endurnýggja koyrikort við 70 ára aldur, skulu kannast fyri hvussu tey virka kognitivt, tvs. við urskivutest og við at endurgeva orð. Sama er galdandi fyri persónar, har illgruni er um at minnið svíkur.

 

Innigirt øki

Kravið um byrjandi koyrifrálæru til bólkarnar A og B (motorsúkklu og persónbil), er útsett til 1. juli 2007.

Kunngerð nr. 103 frá 8. desember 2006 á hesi leinkju: http://kunngerdasavn.logir.fo/filusavn/Hefti%2026A-2006%20(2).pdf

Øll tíðindi