05-05-2005

Herd umhvørviskrøv fyri nýggjar motorsúkklur

Tann 1. juli í fjør komu nýggj (herd) umhvørviskrøv í gildi í samb. við skráseting av nýggjum motorsúkklum. Danska Ferðslustýrið gav tá undantaksloyvi í eitt ár til framhaldandi at kunna skráseta motorsúkklur, ið vóru á goymslu, og sum ikki kundu lúka nýggju krøvini.

 

Tann 1. juli í fjør komu nýggj (herd) umhvørviskrøv í gildi í samb. við skráseting av nýggjum motorsúkklum.
Danska Ferðslustýrið gav tá undantaksloyvi í eitt ár til framhaldandi at kunna skráseta motorsúkklur, ið vóru á goymslu, og sum ikki kundu lúka nýggju krøvini.
Hetta merkir, at tað frá 1. juli í ár, ikki longur er møguligt at skráseta nýggjar motorsúkklur eftir gomlu reglunum.
Sambært galdandi reglum skulu allar nýggjar motorsúkklur lúka EURO 2-normin fyri umhvørvisdálking.
Í praksis vil hetta siga, at tær noyðast at vera útgjørdar við katalysatori í útstoytinum.
Fyri óskrásettar motorsúkklur í privatari ogn er tó galdandi, at hesar framvegis kunnu skrásetast, um tað verður skjalprógvað at tær eru keyptar innan 1.apríl 2004.
Meiri um hetta kann lesast á heimasíðuni hjá danska Ferðslustýrinum (http://www.fstyr.dk)

 

Øll tíðindi