30.10.2007

Herd umhvørviskrøv fyri motorsúkklur

Tann 1. januar 2008 verða umhvørviskrøvini fyri nýggjar motorsúkklur herd, tá ið EURO 3 normarnir fyri motorsúkklur koma í gildi.

Hetta merkir í praksis, at eftir henda dato kunnu nýggjar (óskrásettar) motorsúkklur ikki skrásetast í Føroyum, um tær ikki lúka nýggju krøvini.

Tó verður ein tillagingartíð, har eitt avmarkað tal av motorsúkklum á goymslu hjá motorsúkklusølunum, framvegis kunnu skrásetast eftir EURO 2 skipanini.

Nærri um hetta kann lesast á heimasíðuni hjá Færdselsstyrelsen, www.fstyr.dk, í "meddelelse nr. 1836".   

Øll tíðindi