20-09-2007

Herd krøv í samband við íseting av eyka setrum í bilar

Tann 20.10.2007 verða reglurnar broyttar í samband við setur og trygdarbeltir í bilum.

Í høvuðsheitum eru broytingarnar hesar:

 

1. Síðuvend setur verða ikki loyvd. Undantiknir eru størri bussar (M3), ið hava eina   heildarvekt ið er størri enn 10.000 kg.

 

2. Klappsetur, ið venda frameftir, verða ikki longur undantikin kravi um skjalprógvi í samb. við ásetingar um styrki og festing.

 

3. Klappsetur verða ikki longur undantikin kravi um ES-góðkend trygdarbeltir og -festir.

 

Meira um hetta kann lesast á heimasíðuni hjá Færdselsstyrelsen www.fstyr.dk, hygg undir Regler om køretøjer/Vejledning om syn af køretøjer  (10.01.020 og 10.02.020)

Øll tíðindi