08.02.2010

Frágreiðing um koyritekniska breyt liðug

Frágreiðingin viðvíkjandi koyritekniskari breyt var handað landsstýriskvinnuni í innlendismálum, Annika Olsen, á tíðindafundi í dag og løgd fram fyri fjølmiðlunum.
Í arbeiðsbólkinum hava sitið Jákup Jacobsen, formaður (Akstovan), Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, skrivari (Innlendismálaráðið), Mikkel Heide Frandsen (Landsverk), Helgi Magnusarson (Løgreglan), John Martin Olsen (Løgreglan), Sølvi Reinert Hansen (Ráðið fyri Ferðslutrygd) og Jari Lykke (Koyrilærarafelagið).

Arbeiðsbólkurin mælir til, at ein koyriteknisk breyt verður gjørd í Føroyum, ið bæði fevnir um girt venjingarøki (grulvigarð) og koyritekniska venjingarbreyt. Bólkurin mælir til, at hetta verður skipað sum ein ferðslutrygdardepil, har avgerandi dentur verður lagdur á hugburðsbroytandi og hugburðsskapandi ferðslufrálæru.

Bólkurin metir, at ein ferðslutrygdardepil við trygdarhøll mitt í landinum fer at kosta uml. 29 – 35 mió. kr. Uml. ein triðingur av kostnaðinum stavar frá keypi av lendi.

Bólkurin letur tað verða upp til politiska myndugleikan, at gera av hvar ein ferðslutrygdardepil skal liggja, men metir tó økið í Saksunardali at verða sera væl egnað, út frá eini heildarmeting.

Ein íløga upp á uml. 35 mió. kr. verður mett at verða samfelagsliga gagnlig, tá havt verður í hugað, at árligi meðalkostnaðurin av ferðsluvanlukkum í Føroyum í 2001 sambært álitinum um Nullhugsjónina var 193 mió. kr.
 
Frágreiðingin kann lesast her

Øll tíðindi