25-01-2007

Føroyska koyrikortið kann umbýtast í Stóra Bretlandi

Føroyska koyrikortið kann umbýtast í Stóra Bretlandi Føroyskt koyrikort til vanligan persónbil (bólk B) kann frá 31. januar 2007 uttan víðari umbýtast til eitt samsvarandi bretskt koyrikort.

 

 

Føroyskt koyrikort til vanligan persónbil (bólk B) kann frá 31. januar 2007 uttan víðari umbýtast til eitt samsvarandi bretskt koyrikort.

Vinnumálaráðið hevur í samstarvi við Akstovuna fyrireikað føroysku umsóknina til Bretsku koyrikortmyndugleikarnir, DVLA, og hesir hava nú boðað frá, at umsóknin er gingin á møti og endaliga undirskrivað av ráðharranum.

Hetta merkir, at koyrikort til vanligan persónbil (bólk B) uttan víðari kann umbýtast til eitt samsvarandi enskt koyrikort. Hetta verður væntandi ein stórur lætti hjá føroyingum, sum velja at búseta seg í Onglandi í styttri ella longri tíð.

Vinnumálaráðið ætlar saman við Akstovuni at nýta bretsku góðkenningina til eisini at fáa umbýtisrætt í øðrum londum, har hesin møguleiki ikki er til staðar í dag. Viðgerðin í Stóra Bretlandi hevur víst seg at vera drúgv, og tí ber ikki til at siga, nær komið verður á mál í øðrum londum, har føroyingar búsetast og starvast.

Øll tíðindi