30.08.2005

Ferðslulógin herd

1. september koma nýggjastu broytingarnar í ferðslulógini í gildi. Hetta merkir, at um ein bilførari í einum vanligum bili koyrir skjótari enn 100 km/t í bygdum øki, har vanliga ferðmarkið er 50 km/t, kann løgreglan taka koyrikortið beinanvegin.

 

 

Frá 1. september í ár kann koyrikortið verða tikið á staðnum, um ferðin verður ov nógv.


1. september koma nýggjastu broytingarnar í ferðslulógini í gildi. Hetta merkir, at um ein bilførari í einum vanligum bili koyrir skjótari enn 100 km/t í bygdum øki, har vanliga ferðmarkið er 50 km/t, kann løgreglan taka koyrikortið beinanvegin. Somuleiðis kann koyrikortið takast beinanvegin, um koyrt verður skjótari enn 130 km/t í óbygdum øki, har vanliga ferðmarkið er 80 km/t. Um ferðmarkið er lækkað, t.d. á ávísum vegastrekkjum ella í samband við vegarbeiði, kann koyrikortið verða tikið beinanvegin við einari lægri ferð.


Fyri tung akfør (lastbilar, bussar v.m.) eru reglurnar strangari. Førari av tungum akfari kann missa koyrikortið beinanvegin, tá koyrt verður skjótari enn 90 km/t í bygdum øki, har ferðmarkið er 50km/t og somuleiðis um koyrt verður skjótari enn 110 km/t í óbygdum øki, har ferðmarkið fyri hesi akfør er 70 km/t.


Tá frádømingartíðin er liðin kann førarin bert fáa koyrikortið aftur, um hann stendur eina nýggja koyriroynd í teori og koyring.


Endamálið við herdu reglunum er at royna at steðga tí skilaleysu koyringini, har koyrt verður so skjótt, at stórur vandi er fyri lív og heilsu hjá førara, ferðafólki og øðrum ferðandi. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, sigur í hesum sambandi: “Eg eri sera væl nøgdur við, at Løgtingið tók undir við uppskotinum um at herða reglurnar fyri grov brot á ferðmørkini. Arbeiðið steðgar tó ikki her, og eg havi givið umsitingini boð um at fyrireika aðrar broytingar í ferðslulógini, sum serliga snúgva seg um herdar frádømingarreglur, tá ungir bilførarar bróta ferðslulógina.”


Framvegis nýggja koyriroynd og treytaða frádøming fyri minni grov lógarbrot


Bæði fyri løtt og tung akfør er tað framvegis galdandi, at koyrikortið verður frádømt treytað, um ferðin fer meira enn 30 km/t ávíkavist 20 km/t upp um vanliga hægstamarkið fyri ferð. Hetta merkir, at bilførarin hevur ein treytaðan dóm hangandi yvir høvdinum í 3 ár, og harafturat skal upp til eina nýggja koyriroynd, bæði í teori og koyring. Stendur hann ikki ta royndina, missir hann koyrirættin og skal taka koyrikortið av nýggjum. Koyrir ein bilførari t.d. 81 km/t í bygdum øki, har ferðmarkið er 50 km/t, verður koyrikortið frádømt treytað, og hann skal upp til nýggja koyriroynd.


Frá 1. september í ár má bert førarin vera á prutlinum


Ein onnur broyting í ferðslulógini merkir, at frá 1. september má bert førarin vera á einum prutli. Tað verður sostatt ólógligt at hava ferðafólk uppi á undir koyring og verður hetta revsað við bót.

Øll tíðindi