03-12-2007

Ferðslutrygdarætlan

Landsstýrismaðurin í vinnumálum fekk í dag handað uppskot um eina ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar 2008-2015

 

 

Landsstýrismaðurin í vinnumálum fekk í dag handað uppskot um eina ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar 2008-2015. Landsstýrismaðurin setti á sumri í ár ein bólk at gera eitt uppskot til eina ferðslutrygdarætlan, og er bólkurin nú liðugur við arbeiðið.

 
Umboð fyri Akstovuna, Føroya Kommunufelag, Føroya Landfúta, Kommunusamskipan Føroya, Landsverk, Ráðið fyri Ferðslutrygd og Vinnumálaráðið hava luttikið í arbeiðinum, og er bólkurin samdur um uppskotið, sum í dag varð handað landsstýrimanninum.
 
Landsstýrismaðurin segði í sambandi við at ferðslutrygdarætlanin varð handað:
“Eg eri sera væl nøgdur við, at tað nú fyriliggur eitt uppskot til ítøkiliga ætlan, sum eg vænti kann flyta okkum nærri visiónini um, at eingin skal doyggja ella verða álvarsliga skaddur í ferðsluni. Tað er ein stór avbjóðing at minka um talið á ferðsluvanlukkum samstundis sum ferðslan økist, og eiga vit at taka hesa avbjóðing í størsta álvara.”
 
Uppskotið til ferðslutrygdarætlan verður nú lagt á heimasíðurnar hjá teimum pørtum, sum hava luttikið í arbeiðinum, so fólk fáa høvi at kunna seg um og ummæla uppskotið.
 
Nærri upplýsingar um málið kunnu fáast við at venda sær til Vinnumálaráðið, tlf. 356060.
Heinta Ferðslutrygdarætlan her.
Øll tíðindi