15-07-2014

Ferðslulógarbroyting skal økja trygdina, tá ferðsluvanlukkur eru hendar

Nýggj grein í ferðslulógini ásetir, at akfør skulu avmerkjast við ávaringartríkanti, um tey eru uppsteðgað, har tey eru til vanda fyri ferðsluna. Hetta kann vera orsakað av ferðsluóhappi, motorbreki ella øðrum orsøkum.

Nýggj grein í ferðslulógini ásetir, at akfør skulu avmerkjast við ávaringartríkanti, um tey eru uppsteðgað, har tey eru til vanda fyri ferðsluna. Hetta kann vera orsakað av ferðsluóhappi, motorbreki ella øðrum orsøkum.

Endamálið við lógarbroytingini er at økja trygdina á vegnum eftir ferðsluvanlukkur ella motorbek, so aðrir bilar ikki renna á og fleiri vanlukkur henda.

Ávaringartríkanturin skal verða settur longst til høgru á vegnum í somu síðu, sum steðgaða akfarið stendur. Hann skal venda framsíðuna móti ferðslurætninginum og standa í minsta lagi 50 metrar frá akfarinum. Á landsvegi har koyrt veður 80 km/t skal hann standa 100 metrar frá akfarinum.

Við lógarbroytingini verður eisini loyvt at brúka skaðablunk, eisini nevnt ’havaríljós’, í somu førum sum tá ávaringartríkanturin verður brúktur. Hetta kann tó ikki koma í staðin fyri tríkantin, men samstundis sum tríkanturin stendur uppi.

Akfør kunnu eisini brúka skaðablunk í sambandi við óvæntað bilrað ella annan beinleiðis vanda á vegi uttanfyri fjølbygt øki. Hetta fyri at ávara um ferðandi, sum koyra aftaná, um vandan. Ikki er loyvt at brúka skaðablunk í øðrum førum enn her nevnt. Dømi um hetta kann vera óvæntað bilrað, sum knappliga kemur fyri í einum tunnli.

Eisini viðfestisakfør skulu avmerkjast við ávaringartríkanti, eru tey eru uppsteðgað har tey eru til vanda fyri ferðsluna.

Lógin kom í gildi 5. juli 2014.

Øll tíðindi