03.10.2012

Er bilurin vetrarklárur?

Nú heystið er komið, er tíðin eisini komin til at gera bilin kláran til veturin.

Nú heystið er komið, er tíðin eisini komin til at gera bilin kláran til veturin.

Av tí at vit ganga ímóti einari myrkari og kaldari árstíð, setir hetta størri krøv til bæði bil og førara.

Dekk:

Tað sum ofta fyrst rennur í huga, er at fáa bilin vetrarskøddan. Í hesum sambandi er vert at leggja til merkis, at hóast kravið til minstu dekkmynstur-dýpd á persónbili er 1,6 mm, so er ikki ráðiligt at koyra í hálku við minni enn 3-4 mm dekkmynstri.

Í Føroyum er ikki krav um at koyra við vetrardekkum um veturin, men tað er skilagott at skifta til vetrardekk (M+S merkt dekk), um ein ætlar at koyra tá ið hált er.                                                                                                                                                                                                                                               

Um koyrt verður við píkadekkum, er vert at hava í huga at tað einans er loyvi at nýta hesi í tíðarskeiðinum frá 16. oktober til 30. apríl.

Ljós:

Myrkrið ger at tað er alneyðugt at hava ljósini á bilinum í lagi, og at útsýnið hjá føraranum er so gott sum til ber. Vit eiga tí at fáa ljósini eftirkannaði, bæði tað at allar perur lýsa, og at høvuðslyktirnar eru rætt stillaðar. Eisini er skilagott at fáa viskarabløðini skift út, soleiðis at førarin kann hava gott útsýni gjøgnum framrútin.

Rustverja:

Veturin fer eisini illa við bilinum, so skilagott er at fáa bilin vaskaðan og síðan voksviðgjørdan, fyri at verja lakkið ímóti vetrarsaltinum. Um bilurin ikki er undirvogns-viðgjørdur, kann vera skilagott at fáa gjørt eina slíka. Í hesum sambandi er best at spyrja seg fyri hjá bilasøluni fyrst, soleiðis at bilurin fær tað røttu viðgerðina.

Annars er skilagott at vaska bilin regluliga um veturin, eisini undir botninum, fyri at fáa salt og skitt burtur.

Motorrúmið:

Í motorrúminum eigur serliga at verða kannað, at akkumulatorurin er í góðum standi, og at nóg mikið av løgi er á honum. Eisini eigur kølaraløgurin at verða kannaður (frosttrygging). Eitt oljuskift kann eisini vera eitt gott hugskot. 

Hurðar:

Tá ið frost er, kann koma fyri at hurðarnar á bilinum frysta fastar í gummilistarnar. Um hesir verða smurdir við silicone, kann sleppast undan hesum trupulleika. Eisini kann tað vera hent at hava eina lítla fløsku av lása-olju í lummanum um lásið í hurðini skuldu verið fryst.

Øll tíðindi