17.09.2019

Broytt krøv í sambandi við útlát frá tungum akførum

Tann 1. september 2019 komu í gildi nýggj umhvørviskrøv í sambandi við skráseting av nýggjum, tungum akførum. Hereftir skulu allir nýggir lastbilar og bussar lúka krøvini sambært Euro VI-D umhvørvisnorminum.

Tó kunnu tung akfør, ið lúka Euro VI-C umhvørvisnormin, framvegis skrásetast, um tey hava undantak frá Euro VI-D frá danska ferðslustýrinum, t.v.s. standa á undantaksyvirlitinum á heimasíðuni hjá Færdselsstyrelsen.

Hetta undantak er galdandi til 1. september 2020 fyri liðugtbygd akfør, og 1. mars 2021 fyri stigvíst uppbygd akfør.

Øll tíðindi