14-09-2020

Broytingar í útgerðarkunngerðini

Tann 1. september 2020 komu í gildi nýggjar ásetingar viðv. ljósføring hjá ávísum akførum.

Ein av broytingunum er at allir bilar nú kunnu hava eina ella fleiri bakkilyktir og arbeiðslyktir.

Eisini kunnu lendisakfør nú hava 2 ella 3 nær- ella fjarðljóslyktir.

Viðvíkjandi bilum, hvørs heildarvekt fer upp um 3500 kg, er nú galdandi:

Fjarðljóslyktir kunnu vera 2 ella fleiri í talið.

Viðvíkjandi lastbilum, smábussum og bussum eru hesar ásetingar nú galdandi:

Steðgilyktir kunnu vera 2 ella fleiri í talið.

Leiðvísandi blunklyktir kunnu vera 2 ella fleiri í talið á hvørjari síðu aftan.

 

Broytingarnar kunnu lesast í kunngerð nr. 135, frá 1. september 2020 í Kunngerðarblaðnum

http://www.kunngerdaportalur.fo/default.aspx

 

 

Øll tíðindi