10-09-2009

Broytingar í ferðslulógini 1. oktober

LÓGARBROYTING: Reglurnar um rúsdrekkakoyring verða herdar 1. oktober. Markið fyri rúsdrekkakoyring verður lægri og revsingin verður harðari. Strangari krøv verða sett til trygdarútgerðina til børn í bilum og hægri bøtur verða fyri brot á lógina.

 

Samanlagt 41 broytingar í ferðslulógini koma í gildi 1. oktober. Tað snýr seg um alt frá allýsing av traktorum og strangari reglum um rúsdrekkakoyring til neyvari krøv um trygdarútgerð til børn og hægri bøtur fyri brot á ferðslulógina. Alt hetta fyri at økja um trygdina hjá teimum ferðandi á vegunum - bæði hjá børnum og vaksnum.
 

Høvuðsbroytingarnar:


Talan er um 8 høvuðsbroytingar, sum taka støði í null-hugsjónini og ferðslutrygdarætlanini frá 2007:

Nullmark fyri tilvitsávirkandi evnum ella rúsevnum

Alkoholstyrkin í útandingarluft sum prógv í rúsdrekkamálum og víðkaðar heimildir hjá løgregluni

Rúsdrekkamarkið lækkar til 0,20 promillu

Markið millum promillu- og rúsdrekkakoyring er strikað - alt omanfyri 0,20 promillu er rúsdrekkakoyring

Krav um skeið í rúsdrekka og ferðslu (R/F - skeið)

Herdar reglur fyri frádøming og revsing í rúsdrekkamálum

Herdar reglur um trygdarútgerð og forboð móti ferðafólki í last- ella vørurúmi

Hækkan av sektum

 

Innlendismálaráðið, Akstovan, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Landsverk og Politiið.

 

Øll tíðindi