05-09-2008

Broyting í kunngerð um skráseting av motorakførum o.ø.

Vinnumálaráðið hevur lýst nýggja kunngerð, nr. 81, um broyting í kunngerð um skráseting av motorakførum o.ø.

Av broytingum kunnu m.a. nevnast, at persónbilar og vørubilar, við eini heildarvekt upp á í mesta lagi 3.500 kg, nú skulu til tíðarvissa skoðan fyrstu ferð 4 ár eftir, at teir eru skrásettir fyrstu ferð og hereftir við 2 ára millumbili, og at vinnubilar framyvir skulu til tíðarvissa skoðan á hvørjum ári.

Kunngerðin kemur í gildi 01.10.2008.

Meira um hetta kann lesast á www.logir.fo

Øll tíðindi