17.07.2015

Broyting í gjøldum fyri útgávu av koyrikortum

Við løgtingslóg nr. 54 frá 12. mai 2015, sum er ein broytingarlóg til ferðslulógina, hevur løgtingið samtykt nakrar broytingar í gjøldum fyri útgávu av koyrikortum, sum koma í gildi 1. august 2015.

Ein broyting er, at umframt gjald fyri koyriroyndina (ástøðilig og verklig roynd), skal harafturat gjaldast 250 kr. fyri útgávuna av sjálvum koyrikortinum.

Ein broyting er, at gjaldast skal 150 kr. fyri endurnýggjan av koyrikorti hjá umsøkjarum, sum hava fylt 70 ár.

Ein broyting er, at gjaldast skal 150 kr. fyri endurnýggjan av koyrikorti, ið er tíðaravmarkað vegna heilsulig viðurskifti.

Broytingarnar hava samband við, at tað seinni í heyst kemur eitt nýtt koyrikort í ES sniði, sum lýkur øll altjóða trygdarkrøv móti møguligari falsan og sum er dýrari at framleiða enn verandi koyrikort. 

Øll tíðindi