08.12.2009

Akstovan fær nýtt sýnshøli í Eysturoy

Í sambandi við at leigumálið millum Effo og Akstovuna um sýnshølið í Skálabotni er úti um ársskiftið 2009/2010, flytir Akstovan í nýtt sýnshøli í Saltangará.

Av tí at vit nú fara at rigga av í Skálabotni, verður onki sýn har restina av hesum árinum.

Um onkur hevur átrokandi sýnsørindi, mugu hesi avgreiðast á øðrum sýnsstøðum.

Nýggja sýnshølið hjá Akstovuni verður í bygninginum hjá OCD í Saltangará. Adressan er Heiðavegur 83.

Væntandi verður byrjað at sýna í nýggju hølunum seinast í januar 2010. 

Øll tíðindi