16-10-2019

581 mál um plátumiss latin løgregluni

Akstovan hevur í dag 16. oktober 2019 latið politistøðunum kring landið 581 mál um vegskattaeftirstøður, til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár 2019.

Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum.

Øll tíðindi