Traktor/motoramboð

  • Koyrikort til traktor/motoramboð kann verða latið persóni ið er fyltur 16 ár, men viðkomandi kann sleppa upp til ástøðisroynd seks mánaðir áðrenn viðkomandi lýkur aldur.
  • Koyrikort til traktor/motoramboð gevur rætt til at koyra traktor/motoramboð umframt íkoplaði viðfestisamboð.


Umsøkjarin skal bæði til eina ástøðis og verkliga koyriroynd.
 

Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovuna:

  • Umsókn um koyrikort
  • Dóps- ella navnabræv.
  • Væltroffin passmynd. (hattleys)
  • Læknaváttan (ikki eldri enn 3 mánaðar)
  • Gjald fyri ástøðis og verkliga roynd kr. 300,-
  • Gjald fyri útgávu av koyrikorti kr. 250,-