Bólkur D (stórur persónbilur) gevur rætt til at koyra:
- Persónbil við meira enn 8 sessum umframt førarasessin, ella hvørs loyvda heildarvekt er meira enn 3.500 kg.
- Vognrað, sett saman av einum stórum persónbili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 750 kg.
- Liðabuss.
- Koyrikort til bólk D kann verða latið persóni, íð hevur fylt 21 ár.
- Koyrikort til bólk D kann bert verða latið førarum, ið hava tikið koyrikort til bólk B
- Koyrikort til bólk D verður útgivið við gildi í 5 ár og kann hereftir endurnýggjast 5. hvørt ár við eini læknaváttan.
Umsøkjarin skal bæði til eina ástøðis og verkliga roynd.
Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovuna:
Umsókn um koyrikort
Væltroffin passmynd. (hattleys)
Dóps- ella navnabræv.
Læknaváttan. ( ikki eldri enn 3 mánaðir)
Gjalda kr: 650.