Eru lyktirnar í lagi?

Ta myrku árstíðina er alneyðugt at hava lyktirnar á bilinum í lagi.

Vit eiga tí at fáa lyktirnar eftirkannaðar, bæði tað at allar perur lýsa, og at
høvuðslyktirnar eru rætt stillaðar. Í hesum sambandi er umráðandi at perurnar eru rætt ísettar.

Um ein pera í eini høvuðslykt er skeivt ísett, vil hetta gera at ljósið frá henni blindar, og harvið er til stóran ampa fyri aðra ferðslu.
Ein annar trupulleiki í ferðsluni eru bilar ið einans koyra við koyriljósum í myrkri, og sum ikki hava tendraði bakljós.

Hetta eru bilar av árgangi 2011 ella nýggjari. Um ein hevur ein slíkan bil, er umráðandi at minnast til at tendra høvuðsljósini, tá koyrt verður í myrkri ella ringum sýni. Um ein hevur trupult við at minnast til hetta, verður mælt til altíð av hava høvuðsljósini (nærljósini) tendraði tá koyrt verður.

Upplýsast kann at á bilum, ið eru flokksgóðkendir í ES eftir 30. juli 2016, skulu bak lyktirnar tendra av sær sjálvum tá koyrt verður í myrkri.