Logga á      Printa

Vektgjald


 
Gjald skal latast til landskassan av skrásetingarskyldigum motorakførum heimahoyrandi her á landi og av síðu- og viðfestum vognum til hesi.

Vektgjald verður at rinda av øllum gjaldskyldugum akførum. Av gjaldsskyldugum akførum, ið eru lagað til at nýta aðra drívmegi enn bensin, verður harumframt rindað eitt útjavningargjald.


Um vektgjald


Vektgjald verður tilskrivað tvær ferðir um árið, og fellur til gjaldingar 2. januar og 1. juli. Verður gjaldið ikki rinda rættstundis, kann Akstovan áleggja eitt mánaðarligt áminningargjald á kr. 150,-. Áminningarskriv verður sent tvær ferðir í hvørjum hálvári, og er vektgjaldið tá ikki goldið, verður skriv sent til løgregluna um at taka nummarspjøldrini.

Upphæddin verður ásett eftir nýtslu, vekt og drívmegi.



Gjald umvegis heimabankan


Um goldið verður umvegis heimabankan skal ein gera soleiðis:

Far inn á flytingar, vel inngjaldskort. Tøppa upphæddina inn, og tøppa síðani tølini, sum standa niðast á inngjaldskortinum inn. Legg til merkis at 71 stendur inni frammanundan.

 

 

 
 
 
Nummarspjøldur
 
Online skráseting
 
Koyrikort
 
Lógarsavn
 
Oyðubløð
 
Tíðindabræv
 
Klippikort
 
 
             

Akstovan | Hoyvíksvegur 57 | Postsmoga 3206 | FO-110 Tórshavn

Tel. +298 35 04 00 | Fax +298 35 04 01 | www.akstovan.fo | akstovan@akstovan.fo

 
 
Sendistovan