|
Eli Smith er havnarmaður, føddur í 1955. Sína listarligu útbúgving fekk hann m.a. á listaháskúlanum í Holbæk. Í nøkur ár arbeiddi Eli mest við at tekna, m.a. myndprýddi hann kvøldsangbókina “Sov blítt og søtt”, við tekningum og vatnlitsmyndum frá hesum tíðarskeiði.
Síðan 1997 hevur Eli málað burturav og við tað at náttúran altíð hevur fylt nógv í hjartanum á fjølbroytta listarmanninum, valdi hann í 2003 at royna seg við litum úr føroysku náttúruni. Hetta gav lív til eina røð av málningum úr reinum náttúrutilfari, so sum royðugróti, sandi, skeljum, torvi og koli. Drúgvar arbeiðsroyndir og íblástur frá m.ø. fornu egyptisku kongamálningunum og holumálningunum í Spania hava sannført hann um dygdina í hesum arbeiðshátti.
Í eini grein um føroysku litirnar á heimasíðuni www.stamps.fo sigur Eli soleiðis at enda:
“Tað eru nú liðin nøkur ár síðan eg byrjaði við teimum føroysku litunum, og tað hevur verið ein ótrúliga spennandi tíð. Eg havi ongar ætlanir um at gevast við teimum føroysku litunum - "teir halda meg niðri á jørðini". Eg verið noyddur at gagnnýta tann lítilætna litstigan til fulnar, ein verður noyddur at hugsa øðrvísi bæði í liti og stíli. - Við øðrum orðum eri eg fluttur inn í ein annan heim, har litirnir og litavalið eru heilt øðrvísi.
Og tað er har, avbjóðingin liggur, hon opnar nýggjar leiðir.”
Á framsýningini eru 8 málningar, sum koma at hanga uppi á Akstovuni til eftir summarfrítíðina.
Áhugaði kunnu venda sær til Eli Smith á tlf. 592502 ella 316022, www.eli.fo
|