Logga á      Printa

Koyrikort

 

Ongin persónur kann vera handhavi av meira enn einum koyrikorti, útgivið í Føroyum, Norra, Íslandi ella landi, sum er limur í ES, ella í einum landi, ið eftir avtalu við ES hevur sett í gildi reglurnar í direktivi ráðsins 91/39/EØF um koyrikort.

 

Koyrikort kann verða givið persóni, ið við eini roynd vísir at hava nóg góð koyrievni og neyðugan kunnleika til akfarið og tess viðferð, umframt neyðugan kunnleika til ferðslureglurnar. Koyrikort kann bert verða givið persónum, sum hava vanligan bústað í Føroyum.

 

Koyrikort kann verða givið til hesar bólkar:

Bólkur A

AL: Lítil motorsúkkla

AS: Stór motorsúkkla

Harafturat motorsúkkla við síðuvogni

 

Bólkur B

Vanligur bilur.

 

Bólkur C

Lastbilur.

 

Bólkur D

Stórur persónbilur. (bussur)

 

Bólkur E

Stórt viðfestisakfar.      

a) Bólkur B við stórum viðfestisakfari (bólkur B/E).

  

b) Bólkur C við stórum viðfestisakfari (bólkur C/E).

 

c) Bólkur D við stórum viðfestisakfari (bólkur D/E).

 

 

Bólkur BV

Vinnuligur fólkaflutningur til vanligan bil.

 

Bólkur DV

Vinnuligur fólkaflutningur til stóran persónbil (buss).

 

Traktorur/motoramboð

 

Prutl

 

 
 
 
Nummarspjøldur
 
Online skráseting
 
Koyrikort
 
Lógarsavn
 
Oyðubløð
 
Tíðindabræv
 
Klippikort
 
 
             

Akstovan | Hoyvíksvegur 57 | Postsmoga 3206 | FO-110 Tórshavn

Tel. +298 35 04 00 | Fax +298 35 04 01 | www.akstovan.fo | akstovan@akstovan.fo

 
 
Sendistovan