Logga á      Printa

Nummarspjøldur


Nummarspjøldur skulu vera rætthyrnt (rektanguler) ella puntskapað, og á teimum skulu vera tveir bókstavir framman fyri tal, ið hevur 3 taltekn. Vinstrumegin á nummarspjaldrinum er blátt øki við føroyskum flaggi og kenningarbókstavunum "FO". 


Akfaraskráin kann loyva, at akfør verða útgjørd við nummarspjøldrum við eini samanseting av bókstavum og/ella tølum eftir ynski hjá eigaranum (ynskinummarspjøldur).


Skrásetingarskyldugt akfar skal hava 2 nummarspjøldur, ið verða sett framman og aftan á akfarinum. Puntskapað nummarspjøldur verða sett aftan á akfarinum. Motorsúkklur og viðfest akfør skulu tó bert hava eitt nummarspjaldur, ið verður sett aftan. 
Nummarspjaldrið skal vera á ásýniligum stað, loddrætt ella næstan loddrætt og vinkulrætt á longdarásin hjá akfarinum. 

 
 
 
Nummarspjøldur
 
Online skráseting
 
Koyrikort
 
Lógarsavn
 
Oyðubløð
 
Tíðindabræv
 
Klippikort
 
 
             

Akstovan | Hoyvíksvegur 57 | Postsmoga 3206 | FO-110 Tórshavn

Tel. +298 35 04 00 | Fax +298 35 04 01 | www.akstovan.fo | akstovan@akstovan.fo

 
 
Sendistovan